Pætur og AMO vunnu aftur stórsigur

AMO er fremst í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson fekk í dag nógva spælitíð í verjuni hjá AMO, ið vann stórsigur 40-26 á Torslanda í útidysti í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Pætur var ikki so nógv við í álopsspælinum hjá AMO, men tað honum eydnaðist at skjóta eitt mál í dag.

 

Talan er um triðja sigurin, og annan stórsigurin hjá AMO trý tey fyrstu leikumførini.

 

AMO er oddalið í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir.

 

Komandi leygardag spælir AMO á heimavølli móti Varberg.