Páll sendi KÍ upp á toppin

Árni Frederiksberg legði upp til bæði málini, sum Páll A. Klettskarð skoraði

Norðoyastevnudysturin í Klaksvík í kvøld endaði við 2-1 heimasigri ímóti EB/Streymi. Eftir fyrra hálvleik var 2-0, og í báðum førum var tað Páll A. Klettskarð, sum var KÍ málskjútti.

 

Úrslitið ber við sær, at KÍ nú hevur 26 stig,og soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg í kvøld, so ber KÍ sigurin ímóti EB/Streymi við sær, at greipuvinnararnir frá í fjør nú eru topplið. KÍ og B36 hava bæði 26 stig, og málmunurin hjá KÍ er +17, meðan málmunurin hjá B36 er +15.

 

Higartil í ár hevur tað ikki hilnast so væl við málskjótingini hjá Páll A. Klettskarð, sum undan norðoyastevnudystinum bara hevði skorað tvey mál. Tá ið hann er málskjútti, plagar tað at vera Árni Frederiksberg, sum eigur uppleggið, og soleiðis var tað eisini í kvøld. Árni Frederiksberg átti uppleggini til bæði KÍ málini, sum vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Hjá EB/Streymi ráddi tað um so leingi sum møguligt at halda KÍ frá at skora mál. Tann ætlanin helt í fimm minuttir. Tá legði Árni Frederiksberg innfyri úr høgru, og Páll A. Klettskarð stýrdi við høvdinum bóltin inn við nærra stólpa.

 

Tíggju minuttir undan steðginum økti Páll A. Klettskarð um leiðsluna til 2-0. Daniel Johansen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, tí brasilski vongverjin Jean Carlos de Brito var leikbannaður. Daniel legði bóltin fram í vinstru til Árna Frederiksberg, sum flatt sendi bóltin mitt fyri málið, har Páll A. Klettskarð stýrdi hann í málið.

 

EB/Streymur var ikki so verjukent, sum teir í Sundalagnum ofta hava verið, tá ið teir hava spælt ímóti KÍ, og bæði í fyrra og seinna hálvleiki spældu teir seg til støður og møguleikar.

 

Eitt korter eftir steðgin bríkslaði dómarin Rúni Gaardbo fyri brotssparki, tí ein av heimamonnunum í hornasparksstøðu togaði ein av mótstøðumonnunum um koll. Óli Eyðsteinsson Poulsen umsetti brotssparkið til 2-1, og so var tað spenningur síðsta hálva tíman. KÍ var tó støðugt omaná og vann seg til góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna.

 

Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur framvegis er undir strikuni. EB/Streymur hevur 9 stig – tvey fleiri enn 07 Vestur og eitt færri enn Skála.