AB hevði í kvøld vitjan av NSÍ, sum undan hesum umfarinum var topplið við 26 stigum. AB hevði 11 stig, og argjamenn høvdu ikki vunnið fulla úrtøku síðani 6. apríl, tá ið teir á heimavølli vunnu 2-0 ímóti 07 Vestur.
Í teimum seinastu sjey dystunum var AB úrtøkan undan dystinum í kvøld tvey stig.
Í kvøld vann AB 3-2 ímóti toppliðnum, og nú er AB á sætta plássi við 14 stigum.
3-2 sigursmálið skoraði AB í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Málskjútti var Dánjal Danielsen, sum varð skiftur inn í álopið í 70. minutti, tá ið hann avloysti Brian Jakobsen. Uppleggið til sigursmálið átti Luca Ørsted Thorstensen, sum er framrættaður í høgra borði. Hann var sera eyðsýndur í kvøld, tí hann legði upp til øll trý AB málini.
Hetta var aðru ferð í ár, at NSÍ stóð eftir við ongum í landskappingardysti. Fyrra ferðin var 4. mai, tá ið NSÍ í Gundadali legði rygg til 2-0 tap ímóti B36.
AB spældi við stórum sjálvsáliti, og argjamenn vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.
Luca Ørsted Thorstensen átti uppleggið, tá ið Ragnar Skála miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði AB framum 1-0. Ein hálvur tími var farin, tá ið landsliðsspælarin Petur Knudsen javnaði til 1-1, og átta minuttir eftir steðgin átti Lucas Ørsted Thorstensen uppleggið úr høgru, tá ið Brian Jakobsen mitt fyri og úr 13 metrum við innarusíðuni stýrdi bóltin dygst inn við handara stólpa.
Jann J. Benjaminsen var vongverji í høgru, tá ið hann 20 minuttir undan leikloki legði upp til 2-2 málið. Hann varð fluttur úr vinstru og í høgru, tá ið Filip Drinic í 63. minutti avloysti Alex Freyr Elisson, sum inntil tá hevði verið vongverji í høgru. Málskjútti til 2-2 var Marius Kryger Lindh.











