Avgerðin hjá USA um at taka herfólk úr Evropa hevur verið sett fram sum eitt aftursvar uppá, at evropeisk lond ikki vildu stuðla USA og Ísrael í álopskrígnum móti Iran

USA vil taka síni herfólk skjótari úr Evropa

Welt am Sonntag veit at siga, at afturtøkan av amerikanskun herfólki í Evropa skal kunngerast Nato-londum í juni

Avgerðin hjá USA um at taka herfólk úr Evropa hevur verið sett fram sum eitt aftursvar uppá, at evropeisk lond ikki vildu stuðla USA og Ísrael í álopskrígnum móti Iran

Týska ávísin, Welt am Sonntag, veit frá ónavngivnum keldum í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon at siga, at USA fer at taka síni herfólk úr Evropa so skjótt sum gjørligt.

 

Sambært ávísini skal afturtøkan av amerikanskun herfólki í Evropa kunngerast Nato-londum í juni.

 

Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at USA kunngjørdi, at landið fór at taka 5000 av sínum herfólkum av hernaðarstøðum í Týsklandi.

 

Avgerðin hjá USA varð sett fram sum eitt aftursvar uppá, at evropeisk lond ikki vildu stuðla USA og Ísrael í álopskrígnum móti Iran.

 

Tá segði Pentagon, at ætlanin skuldi fremjast næstu seks til tólv mánaðirnar.

 

Welt am Sonntag sigur einki um, hvussu nógv skjótari USA vil taka síni herfólk úr Evropa - ei heldur, hvørjar støðir standa fyrst fyri afturtøku av amerikanskum herfólki.

 

Pentagon hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini hjá Welt am Sonntag.

 

Avgerðin hjá USA um at taka herfólk úr Evropa hevur verið sett fram sum eitt aftursvar uppá, at evropeisk lond ikki vildu stuðla USA og Ísrael í álopskrígnum móti Iran