Toftamenn eru vónbrotnir eftir javnleik ímóti B36

Ósigraða B36 megnaði síðsta korterið at svara aftur eftir at hava ligið undir við trimum málum

Í tjúkkum mjørka endaði tað 4-4, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av B36. Einki var at siga til tað, at heimamenninir vóru ógvuliga vónbrotnir av, at tað endaði soleiðis, sum tað gjørdi.

 

B68 var frammanfyri 3-1 eftir fyrra hálvleik, og B68 økti um munin til 4-1, tá ið tað restaðu 17 minuttir. So kendist spurningurin bara vera, hvussu stórt ársins fyrsta tap fór at verða hjá B36.

 

Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 4-4. Síðsta B36 málið varð skorað, tá ið stóripinnur hevði verið meiri enn tvær ferðir eykað runt. B36 málverjin Silas Eyðsteinsson var frammi í B68 brotsteiginum, tá ið tað við frísparki varð lagt innfyri, og tá var Sebastian Lau Nielsen hjá B68 so óheppin, at hann beindi bóltin í sítt egna mál.

 

Eftir innlegg frá Torkili Holm var tað annars Sebastian Lau Nielsen, sum økti um leiðsluna til 4-1, og einki var at siga til, at hann var sera fegin, tí tá ið støðan í fyrra hálvleiki var 1-1 misnýtti hann brotsspark, sum Silas Eyðsteinsson bjargaði.

 

Hanus Højgaard legði B68 á odda við skoti úr tíggju metrum, og Bogi Reinert-Petersen javnaði til 1-1 eftir horna úr vinstru. So var tað eftir lítlari løtu undan steðginum, at B68 skoraði tvær ferðir.

 

Ramzi Toure Idrissou var málskjútti eftir horna úr høgru, og Loick Jean Henri Lespinass var málskjútti eftir skjótt mótálop og sending frá Marjusi Nón.

 

Og inntil tað restaði eitt stórt korter sá tað út til, at B68 fór at vinna við tveimum málum og so við trimum málum, tá ið Sebastian Lau Nielsen skoraði úr spískum í høgru, og B36 málverjin var óheppin.

 

B36 megnaði eftir 15 minuttum at venda stórtapi til 4-4, og tí var einki at siga til, at teir í B68 vóru vónbrotnir.