SJK Seinäjoki tapti triðja dystin á rað

Gongdin er tung hjá Samuel Chukwudi og liðfeløgunum í SJK Seinäjoki

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki hava ikki vunnið ein dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini síðani 10. apríl.

 

Í dag gjørdist talan um 2-3 tap á útivølli fyri Gnistan. 

 

Gnistan legði seg á odda longu í fjórða minutti, men beint undan steðginum javnaði Olatuondji Tessilimi til 1-1. 

 

Tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki hevði heimaliðið bæði lagt seg á odda 2-1 og økt til 3-1. Gospel Onuoha minkaði um munin fyri SJK, men nærri komu teir ikki einum stigi.

 

SJK hevur ikki vunnið ein dyst í deildini síðani 10. apríl, og tað sæst aftur í stigatalvuni. SJK er næstaftast við bert seks stigum. Teir hava sjey stig upp til VPS, ið er á týðandi sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Leygardagin 13. juni klokkan 17 spælir SJK dyst á útivølli móti Lahti. Áðrenn tað hava Samuel og landsliðsliðfelagarnir tveir dystir á skránni í Baltic Cup. Fyrst móti Estlandi komandi leygardag, og eftir tað móti antin Litava ella Lettlandi.