Panelfundur um eldrapolitikk

– Hvussu verður við eldrapolitikkinum í framtíðini?

Tann spurningurin verður settur á panelfundi um eldrapolitikk, sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í kvøld klokkan 19.

Í sambandi við at landsstýrissamgongan hevur útnevnt árið 2012 til at vera ár teirra eldru, skipar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu fyri hesum panelfundi um eldrapolitikk í Føroyum.

Endamálið við fundinum er at fáa eina nærri lýsing av eldrapolitikkinum hjá sitandi samgongu og at hoyra, hvat teir kommunalu politikkarnir og almannastovan halda um avleiðingarnar av teimum broýtingum, ið koma av at eldraøkið verður flutt út til kommunurnar 1. januar 2014.

Hóast fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging er farin aftur um bak, tykist enn vera tørvur á einum orðaskifti um, hvør okkara støða sum pensionistar verður í framtíðini.

Løgtingið hevur javnan mál frammi, ið hava ávirkan á støðu teirra eldru, men enn er ikki tikið stig til at gera ein eldrapolitikk, hóast hetta stendur í samgonguskjalinum. Har stendur at ein arbeiðsbólkur, ið millum annað skal hava umboð millum tey eldru skal orða ein slíkan politikk.

– Fundurin er almennur og ikki aldursavmarkaður, og vit vóna tí at øll, ung sum gomul, ið hava samfelagsligan áhuga, vilja nýta hetta høvi at hoyra, hvat myndugleukarnir hava at siga um hesi týdningarmiklu mál, og at geva teirra ískoyti til orðaskiftið, siga fyrireikararnir.

Í panelinum sita Annika Olsen landsstýriskvinna í Almannamálum, Kári P. Højgaard Landsstýrismaður í Innlendismálum, Heðin Mortensen, borgarstjórií Tórshavnar kommunu, Asbjørn Djurhus, Formaður í Føroya Kommunufelag og Petra Jónsdóttir Joensen, Almannastjóri.

Fyrireikararnir minna á, at inngongdin til fundir í Skúlanum við Løgmannabreyt er við Karlamagnussarbreyt.