Parkeringsøkið stongt í samband við Ljósfest

Hósmorgunin 10. august verður parkeringsøkið við SEV-húsið stongt í samband við fyireikingarnar til Ljósfest, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.

 

Vágs Kommuna heitir á bileigarar um at flyta bilarnar av økinum seinast tórsmorgunin klokkan 8.00.

 

Parkeringsøkið verður væntandi stongt til týsdagin 15. august. Í hesum tíðarskeiðið verður víst til onnur almenn parkeringsøki í Vági.

 

Viðvíkjandi løðing av el-bilum

 

El-bilaeigarar hava atgongd til løðistøðina hjá SEV fram til leygardagin 12. august klokkan 13.00, tá Ljósfest fer í gongd. Atgongd verður aftur til løðistøðina seinnapartin sunnudagin, tá økið væntandi er ruddað fyri burturkast o.a. eftir Ljósfest, skrivar vagur.fo.