Parkinsonfelagið nýggja heimsíðu

Hjálpi okkum at leggja fót fyri parkinsonsjúku og ikki fyri tann sjúka, skrivar felagið.

“Hjálpi okkum at leggja fót fyri parkinsonsjúku og ikki fyri tann sjúka” skrivar Parkinsonfelagið á nýggju og snotiligu heimasíðu felagsins. Felagið verður eisini við á Fólkafundinum, sum í ár verður við Løkin í Runavík í vikuskiftinum 19. & 20. september.

 

Høvuðsendamálini hjá parkinsonfelagnum eru at upplýsa um sjúkuna, og at geva fólki við parkinson og teirra avvarandi høvi at koma saman til samskifti og hugna. At betra um korini hjá fólki við parkinson. At veita stuðul til gransking. At luttaka í norðurlendskum og europeiskum samstarvi. Parkinsonfelagið varð stovnað í 1990. Í fyrstu nevndini vóru: Tórur Mikkelsen, Eyðbjørg Hammer, Laila á Lofti, Merry Poulsen, August Vang, Ebba Petersen og Marita Gullstein.

 

Nevndin er í dag mannað við: Durid Johannesen, forkvinna, Sofía Klæmintsdóttir Jacobsen, næstforkvinna, Gudny Benjaminsdóttir, kassameistari, John William Joensen, skrivari, Jákup Lamhauge, nevndarlimur, Varalimir: Eyðun Simonsen, Hoyvík, Ingebjørg Jacobsen, Tórshavn

Sí heimasíðuna her