Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Fiskiskapurin hjá partrolarum er heldur lakari nú, enn hann hevur verið, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest at toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu.
- Væntandi fer onkur trolbátur aftrat útaftur í vikuni, verður lagt aftrat.
Trý garnaskip fiska svartkalva.
- Skipini hava misjavnan fiskiskap, men koma helst øll inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












