Partrolararnir eru flestir í tali

í yvirliti, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt, sæst, at størsti skipabólkurin í tali eru línuskipini, sum eru 24. Á øðrum plássi koma partrolararnir, sum eru 22 í tali í 2006

Fiskifloti

 

Tilsamans 80 føroysk fiskiskip eru við í greiningini, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt yvir fiskiskipaflotan fyri árið 2006.

Hetta er minsta tal av skipum, sum eru við við í greiningini, síðan felagið fór undir hetta arbeiði í 2002.

Í 2002 var samlaða talið av skipum, sum vóru við í greiningini 88, og árið eftir vóru tey 91. Í ár 2004 og 2005 vóru skipini ávikavist 86 og 85 – og síðan 80 í ár 2006.

Grannskoðarafelagið sigur, at ymiskar orsøkir eru til, at nøkur skip, sum annars eru partur av føroyska fiskiskipaflotanum, ikki eru við í greiningini.

- Okkurt skip hevur ikki latið inn roknskap fyri 2006, og í onkrum føri eru skip løgd. Í uppaftur øðrum føri er talan um onnur feløg, eitt nú kommanditfeløg, sum ikki hava almennan roknskap, sigur grannskoðarafelagið.

Í 2006 var talið av skipum hetta: Línuskip (24), partrolarar (22), lemmatrolarar (11), pelagisk skip (8), garnaskip (5), verksmiðjutrolarar (4), rækjuskip (3) og onnur skip (3).