Passivhús við virknari orku

HÚSABYGGING - Nú høvdu vit búð 20 ár í eini íbúð. Eg helt tí at stundin var komin til at byggja okkara egnu hús, sigur norski sivilverkfrøðingurin, Stein Stoknes. - Ja, eg havi faktisk altíð droymt um at kunna byggja míni egnu orkuvinarligu hús her í Oslo.

Noreg: Tað hendi so knappliga, at eitt grundøki við súreplatrøum og runnum var til sølu í nánd av, har hann búði saman við familju síni.

Hetta var snøgt sagt staðið til at byggja eitt umhvørvisvinarligt passivhús, sum hann so leingi hevði droymt um.

- Ætlanin var at byggja tað og fáa tað liðugt eftir einum ári, sigur Stein Stoknes við norskar miðlar.

Tað skuldi kortini taka honum samfull fimm ár. Í fjør var húsið somikið liðugt, at tey kundu flyta inn, hóast alt ikki er gjørt innanveggja.

Hesi fimm árini hava fólk mangastaðni frá verið og vitjað hjá Stein, millum annað norski olju- og orkumálaráðharrin.

- Eg haldi, at her munnu hava verið eini 1500 fólk á gátt, sigur Stoknes við einum brosi.


Bjálving

Uttan at fara ov nógv inn í tær tøkniligu útgreiningarnar, kann í stuttum verða nevnt, at hann millum annað hevur eina 40 millimetur tjúkka bjálving.

- Tjúkdin á veggjunum merkir í roynd og veru, at vit missa eitt sovikamar í gólvvídd. Men vit hava framvegis nóg mikið av plássi her inni, sigur hann.

Meginparturin av stovuni er gjørd sum vindeygu, sum eru sera væl bjálvað. Hetta ger at húsfólkið ikki hevur fyri neyðini at brúka aðrar orkukeldur enn ta vatnbornu, sum er á gólvinum í baðirúminum og gongini.

Seinasta vetur bar ikki til at halda hitanum á hóskandi støði í húsinum, og tí mátti familjan Stoknes útvega sær ein panelovn í hvørjari hædd. Ætlanin er at keypa eina peis einaferð seinni.


Idealisma

Hinvegin hevur hetta ikki forðað fyri, at tey hava spart nógva orku. Eitt slíkt passivhús brúkar millum 65 og 75 prosent minni orku enn eini miðalhús.

- Eg rokni kortini við, at tað fer at taka nøkur ár til vit hava spart hesa rættiliga stóru íløguna innaftur. Men eg hugsi eitt sindur longur fram enn tað, tí eg ivist onga løtu í, at hetta slag av húsum verða nógv eftirspurd í framtíðini.

- Eg eri jú idealist. Skuldi eg hugsað handilsligt, hevði eg ikki bygt júst eini slík hús. Fyribils eru onkrar forðingar í lógarverkinum, og tær fíggjarligu rammutreytirnar eiga at gerast betri, heldur Stein Stoknes.

Í dag eru fólk vorðin alt meir áhugað í at búgva og liva grønt, og fleiri byggifyritøkur gera nú lyklaklár passivhús.

- Enn er hetta nýtt, men eg valdi at fylgja dreymi mínum. Tað kennist gott at búgva soleiðis. Hetta er ein smartur máti at byggja uppá, og vit eru væl útgjørd til framtíðina.



FAKTA


Passivhús

Eitt heiti sum kemur úr Týskalandi, fyri at flokka hús við munandi lægri orkunýtslu enn vanligu sethúsini - í miðal ein sparing uppá 25 prosent

Lága orkunýtslan ger, at tað er óneyðugt við umfatandi hitaskipanum

Fyrr í ár varð ein líknandi standardur gjørdur í Noregi. Her verður sligið fast, at orkunýtslan til upphiting av bústøðum má í mesta lagi vera 15 kilowatt-tímar fyri fermeturin, alt eftir húsaslagi og hvar ein býr

Orðið “passiv” merkir, at ein skal hava ein góðan bygningskropp, har orkunýtslan verður hildið niðri við hjálp av passivum tiltøkum, sum bjálving, tettleika og endurnýtslu av hita.