Paul Watson flýgur úr Sydney

Paul Watson er ikki staddur í Hetlandi, har skipið »Steve Irwin« hevur verið afturhildið seinastu vikurnar. Skipið loysir í morgun, og tað verður uttan Paul Watson umborð.

Shetland News skrivar, at hann er í Australia á fyrilestrarferð, og at hann flýgur til Hetlands fríggjadagin – og verður flogin út á »Steve Irwin« við tyrlu. Skipið hevur tyrlu og tyrlupall umborð.

Umborð á »Steve Irwin« eru 40 umhvørvisaktivistar – og teir skulu allir við til Føroyara, har skipið »skal hjálpa Birgitte Bardot at steðga árliga grindadrápinum«.

– Nú trygdin er goldin, fara vit at søkja um loyvi at loysa í morgin og seta kós móti Føroyum, segði Paul Watson í gjárkvøldið.

Hann legði afturat, at hann er sera fegin um móttøkuna, sum mótmælisfólkini hava fingið í Føroyum hesar seinastu vikurnar.

- Eingin hvalur er dripin, meðan Birgitte Bardot hevur verið har. Vit gera stór framstig við at tosa við fólkið. Eg haldi, at vit hava stóran stuðul til okkara uppgávu í Føroyum. Vit kenna tað eisini stimbrandi, at rættiliga nógv fólk í Føroyum ikki eru nøgd við grindadrápið, segði hann sambært Shetland News.