Í dag vóru tvey føroyingalið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne eru aftaná sigur á heimavølli fremst í deildini við 26 stigum.
Suðuroyggjamenn vunnu 36-31 á Rækker Mølle. Tað lá serliga væl fyri hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 20-14.
Pauli skoraði seks mál og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Pætur skoraði fýra mál.
Team Sydhavsøerne er eitt stig frammanfyri Skive, ið tó hevur spælt tveir dystir færri.
Pauli Jacobsen, Leivur Mortensen, Janus D. Djurhuus, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn máttu á heimavølli lúta 32-36 fyri Midtjyllandi, ið var á odda 18-15 í steðginum.
Leivur skoraði trý mál, meðan Janus og Jónas skutu báðir tvey mál.
HC Keypmannahavn er aftast í deildini við bert fimm stigum.
Landsliðsleikararnir fara nú at hugsavna seg um fyrireikingarnar til EM-endaspælið.











