Leygardagin legði USA hald á eitt oljutangaskip í altjóða sjógvi við strondina í Venesuela.
Tað boðar amerikanski innanríkisráðharrin, Kristi Noem, frá í einum uppslagi á X.
Skipið, sum hald er lagt á, legði seinast til bryggju í Venezuela, skrivar Noem.
– USA fer framhaldandi at fylgja ólógliga flutninginum av sanktioneraðari olju, sum verður brúkt til at fíggja narko-yvirgang í økinum. Vit finna tykkum, og vit steðga tykkum, skrivaði ráðharrin.
Stutt frammanundan høvdu tríggir ónevndir amerikanskir embætismenn boðað tíðindastovuni Reuters frá, at amerikanska átakið var í gongd.
Tey vildu ikki avdúka, júst hvar átakið fer fram. Amerikanska landgrunsverjan stendur á odda fyri átakinum, boða tey frá.
Kristi Noem skrivar víðari, at sjóverjan hevur stuðul frá amerikanska verjumálaráðnum.
Tøkan av á einum tangaskipi í dag kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, gav boð um eina blokadu av øllim oljutangaskipum, sum sigla olju úr sanktioneraða Venesuela.
Tað er aðru ferð í eina viku, at USA leggur hald á eitt oljutangaskip nærhendis Venesuela.
Síðani tá hava skip lastað við milliónum av tunnum av olju verið verandi í venezuelanskum sjógvi heldur enn í vanda fyri at verða tikin, skrivar Reuters.
Nógv av skipunum, sum heinta olju úr Venezuela, eru undir revsitiltøkum - men onnur eru ikki.
Summi feløg, serliga amerikanska felagið Chevron, flyta venezuelanska olju við egnum skipum.
Kina er størsti keypari av venezuelanskari ráolju, sum stendur fyri umleið fýra prosentum av oljuinnflutninginum hjá Kina.
Trump hevur seinastu tíðina lagt stórt trýst á forsetan í Venezuela, Nicolás Maduro.
Hetta sæst serliga í munandi øktu hernaðarligu nærveruni í økinum, har fleiri enn 20 amerikansk krígsskip eru komin.
Trump segði seinast í november, at eitt átak at steðga rúsevnahandilinum á landi fór at verða sett í verk "sera skjótt".
Massiva amerikanska nærveran hevur elvt til spekulatiónir um, at USA ætlar at fremja stjórnarskifti í oljuríka latínamerikanska landinum.
/Ritzau/











