Peña sendur til hús

Alt bendir á, at Leonel Peña ikki spælur á Argjum í komandi kappingarári. Tað váttar Sjúrður Olsen, næstformaður í FC Argir.

- Hann hevur ikki livað upp til vónirnar, og avgerðin er so gott sum tikin, at hann ikki spælur her kortini. Útlendingar, sum koma til Føroya skulu vera betri enn okkara egnu, og tað var Peña ikki, sigur Sjúrður Olsen.

22 ára gamli argentinski verjuleikarin, sum seinnu árini hevur spælt við Arsenal de Sarandi í heimlandinum, gjørdi avtalu við uppflytararnar í vetur.

Sjúrður Olsen leggur afturat, at tað neyvan verða fleiri nýggj nøvn í hópinum. John Hansen, Tehe Artiside, Rasmus Nielsen, Danny Rasmussen og Liam Killa hava í vetur skift til AB.