Sosialurin hevur tosað við onkrar av næmingunum í flokkinum, sum fílast harðliga á hendingina mikudagin. Tey greiða frá, at tey skuldu fyrst hava handarbeiði, men handarbeiðsstovan á Læraraskúlanum var upptikin og tað endaði so við, at tey fóru í smíðstovuna at hava handarbeiði.
Aftan á handarbeiði skuldu tey so hava námsfrøði, men tá tey komu til ta vanligu stovuna hjá flokkinum, vísti tað seg, at hon var upptikin. Síðani fingu tey ávíst eina aðra skúlastovu, men har var eisini fólk.
- Tá segði lærarin við okkum, at nú royna vit eina stovu afturat, men um hon eisini er upptikin, so fara tit til hús, tí hetta kann ein ikki bjóða fólki, greiðir ein av næmingunum frá.
Í tí triðju stovuni var eitt skeið, so næmingarnir sluppu heldur ikki inn har, og tískil fóru tey til hús.
- Hetta er omanfyri alt lágmark og so tosa tey um at taka ein flokk av námsfrøðingum inn aftur at komandi ár. Hvar skal tann flokkurin verða. Hanga uppi undir loftinum, kanska, spyrja næmingarnir.
Ein misskiljing
Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla sigur, at hendingin mikudagin var ein misskiljing.
- Tað var ein stova tøk til handan flokkin, men tey vóru í skeivum stað, so talan var um eina misskiljing, sigur hann og leggur afturat, at tey á Læraraskúlanum leggja stóran dent á altíð at hava stovur tøkar til flokkarnar.
Men Pauli Nielsen dylir ikki fyri, at Læraraskúlin er alt ov lítil sum er, og tí kann tað til tíðir verða trupult at fáa alt at hanga saman.
- Skúlin er vaksin til tað dupulta tey seinastu átta til tíggju árini, og um vit skula kunna nøkta verandi tørv, so er kravið, at talið á námsfrøðingum verður tað dupulta um fimm ár, greiðir hann frá.
Pauli sigur, at tey royna alt tað tey kunnu at gera tær ábøtur, sum tey kunnu, men veruleikin er, at tað er ov trongt á Føroya Læraraskúla. Hetta sást serliga væl, tá tað kemur til serlærugreinarar og kanska serliga tær handaligu.
- Vit eru so nógv fólk her á skúlanum og so er Venjingarskúlin eisini her, so tað er veruliga trupult, staðfestir rektarin á Læraraskúlanum, og hann sigur samstundis, at tað verður samrátt við myndugleikarnar allatíðina, men tað gongur striltið.
Hann heldur tó ikki, at myndugleikarnir ikki skilja støðuna, sum hon er í dag.
- Myndugleikarnir hava sítt og mugu so eisini raðfesta hareftir, men tað er ongin loyna, at Læraraskúlin í dag ikki hevur tær umstøðurnar, sum ein Læraraskúli eigur at hava, sigur Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla at enda.