Nú er ein skipan samtykt, har tað ber til at lata stuðul til tað, tey nevna mentanarsøgulig skip.
Kommunusamskipan Føroya, KSF, vísir á, at tilsamans er stuðulin 400.000 krónur.
Men ístaðin fyri at býta pengarnar alt ov smátt, heldur KSF, at nógv tann størsti parturin av játtanini, eini 70-80 prosent, eigur at vera brúktur upp á tey skipini, sum longu eru góðkend sum mentanarsøgulig skip, tí skulu fleiri skip hava, verður játtanin alt ov smábýtt.
Í Kommunusamskipanini staðfesta tey, at skipini, sum eru bera seg ikki rakstrarliga, og tí hevur rakstrarstuðul til tey skipini munandi størri týdning enn møguleikin at søkja um stuðul til slíkt sum umvælingar til skip ella nýggj skip.
So vítt, vit hava fingið upplýst, eru seks skip góðkend higartil sum mentanarsøgulig skip og tey eru Johanna, West Ward Ho, Norðlýsið, Dragin, Amadeus og Thorshavn.
Myndin er av vágssluppuni, Johonnu.