Pensjónistafelagið í Sjóvar sókn fer á útferð sunnudagin hin 6. juli.
- Vit fara í kirkju á Viðareiði klokkan 11 henda dagin. Síðani verður farið til Klaksvíkar, har vit fáa eina góða máltíð á Angus matstovuni.
Soleiðis siga tey í nevndini í pensjónistafelagnum.
Lagt verður aftrat, at farið verður við bussi úr húsinum hjá felagnum hin 6. juli klokkan 09.30.
Farið verður við bussi frá felagshúsinum klokkan 09.30, og kostnaðurin fyri útferðina er 150 krónur.
Tey, sum kundu hugsað sær henda túrin, skulu boða frá hjá Petur Jákupssyni (257987) ella hjá Sigrun Danielsen (212450).
- Seinasta freist at tekna seg er týsdagin hin 1. juli, og vónandi fáa vit ein góðan túr, siga tey í Pensjónistafelagnum.
Viðhefta mynd er frá einari útferð hjá pensjónistum í Sjóvar sókn.