Skaldsøgan Mørk er um gentuna og kvinnuna Lív, sum á ungum árum lærir tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Lív er úr eini lítlari føroyskari bygd, og vit fylgja henni frá sjey ára aldri, til hon er síðst í fjørutunum, tá søgan endar mitt undir kreppuni fyrst í nítiárunum. Hennara lívsskeið er sostatt ájavnt tað hjá høvundanum, og á ein hátt er bókin eisini eitt slag av ævisøgu, sigur Vida.
- Og tó. Søgan inniheldur alt frá ramasta sannleika um meg, til tann reina uppspuna. Hinvegin, ein skaldsøga er jú altíð onkursvegna eitt úrslit av tonkunum hjá høvundanum.
At tora
Vida hevur altíð skrivað dagbók, og tað var eisini við støði í dagbókini, at søgan um Lív byrjaði.
- Dagbóksnoturnar, sum hava lagt støði undir bókini, stava frá eini tíð, tá eg ikki hevði tað so gott, og í so máta er Mørk ein sera erlig og kensluborin søga. Í dag dugi eg at síggja, at eg hevði brúk fyri at skriva hesa skaldsøguna, tí sum frá leið virkaði skrivingin sum eitt slag av terapi fyri meg, sigur Vida.
Hon viðgongur, at stóra avbjóðingin við at skriva eina skaldsøgu, sum hesa, er at tora at geva hana út. Tí sjálvt um tú kanst nýta nógv skaldslig snildi, verður ein slík søga altíð onkursvegna ein avdúking av tær sjálvari. Vida hevur leingi skrivað yrkingar, men altíð undir dulnevni. Seinnu árini hevur hon tó javnan havt viðmerkingar í bløðunum um aktuell evni, og tað hevur altíð verið undir fullum navni. Sjálv heldur Vida, at hetta hevur givið henni ta venjingina og tað dirvið, sum skuldi til fyri at tora eisini at geva eina skaldsøgu út.
Tvístøða
Tey, ið hava fylgt við skrivingini hjá Vidu, síggja nokk eisini, at nógvar av hennara meiningum verða endurspeglaðar í hugleiðingunum hjá Lív. Eins og Vida sjálv, er Lív alt annað enn kvinnusakskvinna, sum Vida tekur til.
- Eg valdi at sjálv vera heimagangandi, tá eg fekk børn, tí tað fyri meg var frælsi. Ikki tí, eg skal ikki gera meg til nakra fyrimynd, men eg loyvi mær at ivast í, hvussu gott tað er, at einstaklingurin allatíðina skal verða í fokus við alsamt vaksandi krøvum. Í longdini ber tað ikki til, um øll hugsa soleiðis, og tað skuldi ikki undrað meg, um fólk fóru at venda aftur til gamla familjumynstrið, sigur Vida.
- Lív fylgir væl við í tí, sum hendir rundan um hana, men skilur ikki rættiliga tann negativa hugburðin til eitt nú kvinnur, ið velja at ganga heima. Hon byrjar at kenna seg kroysta, og tað er ikki so løgið, um vit hugsa um ta ódámligu hetzina móti heimagangandi kvinnum, sum vit til dømis sóðu í 1980unum, heldur Vida.
Lagna ella tilvild?
Lív er evnarík, men hon er eisini viðkvom. Og sum frá líður verður hon kroyst út um síni egnu mørk á ein hátt, sum skaðar hana og merkir hana fyri lívið. Hetta evnið ger ikki Mørk til eina kvinnubók, sum so. Heldur er hetta ein roynd at varpa ljós á, hvørji okkara virði í grundini eru.
- Eftirhondini sum vit eldast, síggja vit, hvussu stutt lívið í veruleikanum er. Og tí sker tað kanska uppaftur meir í eyguni, tá tú sært, hvussu ringar stundir fólk geva sær til at liva, heldur Vida.
Lutvíst tvinnað saman við hesum evni, setur bókin eisini spurnartekin við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda okkara lív. Er alt lagna ella tilvild, og er alt okkara stríð at stýra eftir eini skilagóðari kós sostatt til fánýtis?
- Lív er eitt dømi um eina kvinnu, sum roynir sum frægast at leita eftir eydnuni og einum tilverugrundarlagi, sum gevur meining fyri hana, í einum samfelag, sum allatíðina broytist. Í so máta er hon bara eitt vanligt menniskja uppá gott og ónt, sum eg trúgvi tey flestu munnu kenna seg aftur í, sigur Vida.