Peter Lundin vil hava hjálp

Peter Lundin, sum í nakrar dagar var giftur við føroysku Mariann Poulsen, heldur eftir øllum at døma ikki, at fjølmiðlarnir fara væl við honum, so nú vil hann hava ein ráðgeva, sum skal taka sær av fjølmiðlarnar. Hetta skrivaði hann á sína Facebook síðu hósdagin.

 

-Eg søki ein samskiftisráðgeva, sum skal taka sær av ymsum uppgávum í samband við fjølmiðlar. Tú skal duga at selja mín boðskap á rætta hátt, skal hava talugávurnar í lagið, umframt at verða tøkur til arbeiðsuppgávur hóast stutta freist, sigur hópdrápsmaðurin á síni Facebook síðu, sum maki hansara umsitur.

 

Tað er ikki neyðugt, at viðkomandi hevur royndir. Tað einasta Peter Lundin ynskir, er onkran ráðgeva, sum kann hjálpa honum, at fáa betri sømdir frá fjølmiðlunum.

 

Heili 45 fólk eru vinir við hópdrápsmannin á Facebook.

 

Lundin er lívstíðsfongslaður, fyri at hava dripið og partera maka sín og hennara børn í ár 2000. Eisini tók hann lívið av mammu síni í 1991 í Amerika.

 

Fjølmiðlar í Danmark og ikki minst í Føroyum bíða við spenningi eftir, hvussu næsta tíðindaskriv frá samskiftisráðgevanum hjá Lundin fer at ljóða.