Petra Smith 85

9. september fylti Petra Smith, Tróndargøta 35 í Havn 85 ár. Henda dag fekk Petra vitjan av nógvum vinfólki, blómutyssi og aðrar heilsanir við trutu ikki og tey, sum vitjaðu inn á gólvið í Tróndargøtu henda góðveðursdag vórðu móttikin av einari smílandi, kvikari og væl hýrdari havnarkonu, ið sum altíð við fevnandi blíðsemi sínum beyð fólki til vælbúgvið borð við alskyns vælsmakkandi køkum, sjokolátu og øðrum góðum.

Petra hevur gjøgnum langa lív sítt verið eitt av andlitunum, tú kennir úr Havnar gøtum, altíð hevur hon stundir at steðga á og skifta orð. Í yngri árum var hon eisini væl kend, hon starvaðist í H. N. Jacobsens Bókhandli, eitt skifti í Fiskimannafelagnum og eisini var hon á kantórinum og mjólkasøluni á Majarínum.

Petra er barnfødd í Tróndargøtu. Foreldur hennara vóru Olevina, f. Rubeksen og Tummas hjá Funnings Jóannesi, Havnarfólk bæði. So um Petru kann av røttum sigast - hon er 100%

Tillukku við teim 85.