-Tað er altíð hugaligt at fáa eitt herðaklapp.
Tað var staðfestingin hjá Peturi Reinert, sum fyri løtu síðani varð kosin besti dómari í Føroyum í 2011.
Petur Reinert sigur, at tað hevur ligið væl fyri hjá honum at sæð nógvar fótbóltsdystir í ár, og hann sigur seg vera nøgdan við starvsfelagarnar.
- Eg havi verið framúr væl nøgdur við dømingina, og eg eri stoltur av mínum starvsfeløgum, sigur Petur Reinert. Hann var á veg av landinum, tá ið hann fekk boðini um, at hann er besti dómarin í 2011, og tí var tað kona hansara, Noomi, sum tók ímóti heiðursgávuni.
- Tað er ein partur av familjulívinum, at Petur er dómari. Hann er ofta burtur í vikuskiftunum, og hann er ofta burtur í heystfrítíðini, tá ið døtrarnar báðar hava føðingardag. Vit fylgja við, og vit eru stoltar av honum og heiðrinum, sum hann í dag fær, segði Noomi, kona ársins dómara, Petur Reinert, tá ið hon tók ímóti heiðrinum fyri mannin.