Lítli Petur er farin til Danmarkar á stovn. Endaliga avgerðin varð latin føroyskum myndugleikum mánamorgunin.
Við flogfarinum hjá Maersk Air, sum fór til Billund fyrrapartin mánadagin, var Lítli Petur millum ferðafólkini. Hann fór saman við starvsfólkum á Barnaheiminum til Danmarkar, har hann skal búgva á stovni fyri børn við atferðartrupulleikum.
?Hetta er sera tungt hjá okkum í familjuni, segði mammubeiggi Peturs, Vilhelm Hendrik í Skálanum, tá Sosialurin hitti hann á flogvøllinum mánadagin. Vit eru hørm um støðuna, men noyðast at ásanna, at vit einki fáa gjørt, sum nú er.
Hann sigur seg undrast á, at familjan ikki hevur fingið hesa avgerðina greitt at vita fyrr, tí ymiskt er, sum bendir á, at hon er tikin fyri umleið einum mánað síðan ella so. Men alla hesa tíðina hava avvarðandi føroyskir myndugleikar líkasum latið skilt, at tað helst fór at bera til at broyta hana, hóast teir vistu, at tað ikki bar til, sigur mamubeiggin at Peturi.
Hann var saman við eini mostur at dreinginum og øðrum í familjuni í Vágum og segði Peturi farvæl.
?Væntandi verður sambandið millum Petur og fmailjuna í Føroyum nú veikari, enn tað hevur verið. Og okkurt bendir á, at nú Petur er farin til Danmarkar, verðut tað helst til, at systrar hansara eisini fara til Danmarkar at búgva, sigur Vilhelm Hendrik í Skálanum.
Roynt hevur verið til allarseinasta at fáa broytt avgerðina hjá Karup Kommunu, soleiðis at Petur kundi verða verandi í Føroyum. Men úr Almanna- og Heilsumálaráðnum verður sagt, at svarið, sum Karup Kommuna sendi ráðnum mánamorgunin, er sera greitt, og at grundgivið er fyri avgerðini soleiðis, at tað ber ikki til at misskilja hana.
Foreldrarætturin til dreingin er hjá pápanum, sum býr í Karup Kommunu, og tískil eigur Petur at vera í Danmark, sigur løgfrøðin.
Í Føroyum hevur ein áhugabólkur arbeitt hart fyri at fáa broytt avgerðina soleiðis, at drongurin ikki varð sendur til Dnamarkar. Fundur var við løgman seint sunnukvøldið, men úrlsitið er tað sama. Løgfrøðin sigur sítt, og hon kann ikki broytast sleiðis í eini handavend. Og tilboð til børn við tí tørvi, Petur eftir myndugleikanna meting hevur, eru ikki í Føroyum.
Aðrastaðni á síðuni er prentað kunningarskrivið, sum Almanna- og Heilsumálaráðið hevur sent út í samband við avgerðina um at senda Petur til Danmarkar.