Petur Knudsen er á listanum

Hjá ÍF er veteranur á beinkinum saman við Djordjevic

Úrslitini hjá NSÍ, síðani Petur Knudsen breyt seg sundur, hava ikki verið so sannførandi, sum tey vóru frammanundan.

Í kvøld er lyklaspælarin á listanum hjá NSÍ, sum er í Fuglafirði, har fyrsta bríksl í Fløtugerði verður klokkan 18. Petur Knudsen er á NSÍ beinkinum saman við eitt nú Búa Egilsson og Aron Knudsen. Merkisvert er tað, at Salmundur Bech, sum seinastu ferðirnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu, ikki er á listanum í kvøld. Hann er leikbannaður við fýra gulum kortum.

Hjá ÍF er veteranurin Andy Ó. Olsen, sum annars plagar at vera fastur maður á vinstra vongverja, í kvøld á beinkinum. Har er hann saman við eitt nú Philip Djordjevic, sum hevur verið eyðsýndur í álopsspælinum.

ÍF – NSÍ kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen