Í gjár, mikudagin 21. november, legði Petur Petersen, fyrrverandi prestur, árarnar inn. Hann var føddur í 1923 og hevði sostatt fylt 84 1. desember. Petur var prestur í Føroyum í næstan fjøruti ár, og hann legði saman við konuni stóra orku í at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum høvdu fingið likamlig og sálarlig brek at bera.
Petur var ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Maria og Alfred Petersen, trúboðari. Hann var av Tvøroyri og kom til Klaksvíkar sum trúboðari í 1919. Í 1921 giftist hann við Mariu fødd Nattestad og ættað úr Hvalba.
Maria og Alfred búðu á Vágsheygnum, og børnini hjá teimum eru Petur (1923), Levi (1925), Mamy (1927), Bjarti (1929) og Byrgi (1931). Mamy og Bjarti búgva í Klaksvík, og Levi býr í Hvalba. Nú eru nøkur ár síðani, at Byrgi, sum búði í høvuðsstaðnum, doyði.
Petur Petersen leyk studentsprógv í Havn í 1942. Orsaka av krígnum bar honum ikki til beinanvegin at fara av landinum at lesa. Tá ið hann fór niður í 1945, hevði hann í eitt ár lisið teologi hjá Erik Mejdahl, sum 1937-1945 var prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi og búði á Tvøroyri. Christian Mejdal, sum seinastu árini hevur verið formaður í fólkatinginum, er sonur hansara.
Petur gjørdi skjótt av við lestrinum. Í 1950 leyk hann teologiskt embætisprógv, og eftir at hava verið læraravikarur í Klaksvík og sjómansprestur í Aberdeen, gjørdist hann 20. apríl í 1953 prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Hvalvík. Tað starvið røkti hann fram til 1980, tá ið hann flutti í Sjóvar prestagjald við bústaði Innan Glyvur. Síðani Petur fyrst í nítiárunum legði prestastarvið frá sær, hevur hann búð í Havn.
Karolina, sum varð ættað úr Túni á Toftum, og Petur Petersen giftust í 1954. Einkarsonur teirra Kári arbeiðir í Landsbankanum. Tað hevur verið sjáldsama gott samband millum tey bæði og sonin, sum á fyrimyndarligan hátt tók sær av foreldrunum, nú orkan gekk undan, og tey bæði vóru vorðin gomul.
Karolina og Petur Petersen munnu vera millum tey hjúnini, sum hava sett djúpast spor eftir seg í føroyska samfelagnum. Tíbetur eydnaðist tað Alv at heiðra tey í sambandi við 50 ára dagin fyri stovnanina av felagnum. Tað varð gjørt á ráðstevnu, sum varð hildin á Hotel Føroyum í 2006. Tað var sonn hátíðarløta, tá ið tey bæði, Karolina og Petur, komu inn og vórðu heiðrað. Øll, sum vóru hjástødd og so mong kring landið, vistu, at var tað nakar, sum átti heiður uppibornan fyri at hava virkað og arbeitt fyri at bøta um korini hjá teimum minni mentu í Føroyum, so vóru tað Karolina og Petur Petersen.
Tað var skjótt eftir, at Karolina var komin til Hvalvíkar, at tey fóru undir miðvísa slóðbrótandi arbeiðið at skapa útbúgvingartilboð til tey, sum ikki kláraðu seg sjálvi.
Karolina gekk á odda, men hon plagdi so mangan sjálv at siga, at hetta hevði ikki borið til, um hon ikki varð stuðlað av manninum. Umframt samvitskufult, stillisliga og fyrikomandi at røkja prestakallið, so var Petur í mong ár óløntur lærari við Áir. Áðrenn farið varð til Áirnar við skúlanum, var nógv virksemi heima við hús í Hvalvík, har verkstaður var í kjallaranum, og har so mong komu, lógu nátt og eisini búðu.
Umframt Alv skúlan og verkstað syrgdi Karolina fyri, at vistarheim vórðu sett á stovn í Havn og í Runavík og at sjúklingahotell varð sett á stovn í Keypmannahavn. Í øllum hesum stuðlaði Petur henni av fullum huga.
Karolina var 82 ára gomul, tá ið hon andaðist 11. oktober í fjør. Nú fór Petur. Tey bæði fara altíð at standa í søguni sum teir størstu varðarnir, sum av fullum huga og heilum sinni løgdu alt fyri í royndini at betra um korini hjá teimum minni mentu., og tað hava tey gjørt uttan á nakran hátt at hava sett seg sjálvi í miðdepulin.
Petur Petersen fer til gravar úr Vesturkirkjuni leygardagin klokkan 13.
J