Fríggjadagin 6. juni fer Jóannes Djurhuus at verja Ph.D. ritgerð sína í kolvetnisrelateraðari jarðalisfrøði Analytical investigation of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fracture. Í ritgerðini hevur Jóannes ment algildugar støddfrøðisligar fyrimyndir ("modell") av spenninum í gróti kring borihol. Grund-arlagið fyri fyrimyndunum eru veggja rivur, ið standast av, at boriruna verður trýst niður í boriholið. Vanliga eru stødd og rætningur av grótspenninum ókend, men eru tey avgerandi fyri, hvussu sterkur borihols veggurin er. Vitan um grótspennið hevur stóran týdning, tá ið verkfrøðingarnir fyrireika nýggjar kolvetnisbrunnar. Grótspennið kann eisini siga um hvussu sjálv boringin skal fara fram og hvønn veg og hvussu langt borast skal.
Sum eina roynd hevur Jóannes nýtt mátingar frá Snorre-kolvetnisøkinum í Norðsjónum, og við góðum úrslitum lýst grótspennið í økinum. Fyrimyndirnar av grótspenninum eru ikki knýttar at ávísum kolvetnisbrunnum, og kunnu tí einsvæl nýtast á Føroyaleiðini.
Arbeiðið við verkætlanini er farið fram á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í samarbeiði við Høgskolen í Stavanger, við vegleiðing av Bernt S. Aadnøy, professara.
Tað var oljusamtakið Atlantic Margin Group (AMG), sum lat fíggingina til verkætlanina. Í AMG bólkinum vóru oljufeløgini Statoil, Enterprise og Mobil.
Í dómsnevndini hava sitið John Sebastian Bell, Ph.D., chief scientist hjá Sigma H. Consultants í Kanada, Arild Saasen, Ph.D., serfrøðingur frá Statoil í Noregi og Per Amund Amundsen, professari, Dr.Philos frá Høgskolen í Stavanger, Noreg.