Pingel haltaði B36 til eitt stig

Víkingur var á odda á Tórsvølli, inntil tað restaðu fimm minuttir

Tað eydnaðist heldur ikki í dag B36 at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Á Tórsvølli endaði tað 1-1 ímóti Víkingi, sum var á odda, inntil tað restaðu fimm minuttir.

Tað kavaði illa fyrstu løtuna, men tað var ongantíð vandi fyri, at tað ikki vórðu líkindi at spæla. Í seinna hálvleiki líkindini góð at spæla.

Tað gekk javnt á, og hóast tað vóru fleiri spentar støður og málmøguleikar, so var tað ikki fyrr enn tað restaðu seytjan minuttir, at hol kom á.

Víkingur legði seg á odda. Miðvallarin Noah Mneney varð skrásettur at vera málskjútti. Væl upplagdi Sølvi Vatnhamar varð skrásettur fyri at eiga uppleggið, og Andreas Lava Olsen, sum í dag var fremsti maður hjá Víkingi, var eisini uppií.

B36 megnaði ikki at vinan greiða yvirvág og trýsta fyri at javna, og tað sá einki serligt út, tá ið allar skiftingarnar vórðu framdar, og fremsti maður hjá B36, Sebastian Pingel, var skaddur í beininum.

Men tað var júst Sebastian Pingel, sum so at siga á einum beini javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Benjamin Heinesen royndi seg við skoti eitt sindur úr høgru, Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi hálvbjargaði, og mitt fyri málinum og haltandi setti Sebastian Pingel bóltin í málið.

 

B36 – Víkingur 1-1 (0-0)

0-1: Noah Mneney 73.

1-1: Sebastian Pingel 85.

Dómari: Alex Troleis

B36: Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard - Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson - , Andras Johansen, Sebastian Pingel, Tobias Christensen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Jákup Johansen, Géza David Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen