Tey sum spæla við eru Tellu Virkkala och Ville Kangas, úr Finnlandi, Anda Kuitse úr Grønlandi og Kristian Blak úr Føroyam.
Anda Kuitse heimskendur trummudansari úr Tassiilaq, sum liggur í Eysturgrønlandi. Hann hevur m.a. innspælt eina fløgu saman við Kristian Blak, fløgan kallast ?Addeq?. Tellu Virkkala, úr Finnlandi, ið júst kemur aftur av konsertfer í Grønlandi, hevur við sær til Føroya finnan Ville Kangas. Bæði arbeiða sum yrkisfólkatónleikarar í Finnlandi og hava gingið á ?folkmusikavdelingen á Sibelius-Akademinum?. Hartil er so Kristian Blak sum ídag er ein sera viðurkendur fólkatónleikari bæði í Føroyum og uttanlands.
Fyrstu fer at bólkurin Piniartut er saman, er nú í Føroyum. Komandi vikuskifið fara tey at venja saman í nakrar dagar. Í hesum sambandi vera tvær konsertir. Tann fyrsta verður í Fornminnissavninum í Klaksvík, leygardagin, kl. 17.00 og tann seinna sunnudagin 4. Juni, kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.
Ætlanin er, at Piniartut skal spæla inn eina fløgu komandi heyst. Tónleikurin skal m.a. nýtast til eina ljósmyndarøð, ið snýr seg um veiðimentan í Grønlandi. Tvey íslendskt myndafólk fara at taka myndir av veiðimonnunum í Grønlandi.
Á konsertunum í Føroyum fer bólkurin at nýta uppruna finsk och grønlendsk ljóðføri, sum verða blandaði við ymiskum ljóðeffektum. Bólkurin fer at spæla bæði nýggjan og gamlan fólkatónleik frá teimum ymsu londunum, sum tónleikarnir umboða.