Planetin sat á Lanzarote

Ferðin til Lanzarote var longu bíløgd, tá Hans Andriasen Jacobsen fekk at vita, at hann var tilnevndur til eina Planet. Tí var tað umvegis netvarpið, at hann fekk heiðurin, men nú er hann aftur á klettunum, og planetin skal brúkast, sigur ungi Klaksvíkingurin

Tað kann kanska ikki reiðiliga samanberast við Grammy-virðislønirnar, tá um ræður stødd. Men endamálið við Planet-Awards, sum Miðlahúsið er fyriskipari av, er hitt sama. Nevnliga at heiðra teimum, sum hava staðið seg best í farna tónleikaárinum.

Í fleiri førum er tað kanska so, at somu nøvn hava hug at kaga undan, tá virðislønirnar skulu latast, men í eina bólkinum letur hetta seg mest sum ikki gera. Nevnliga tá ársins nýggja tónleikanavn skal finnast.

- Eg hevði als ikki roknað við, at mítt navn skuldi vera millum tey tilnevndu. Eg hevði í góðari tíð lagt mær jólafrítíðina til rættis, og hon skuldi brúkast til at vitja vinfólk á Lanzarote, sigur Hans Andrias, sum nú er afturkomin til Føroyar.

- Og so var ov seint at broyta meining. Vit sótu so har niðri í hitanum og lurtaðu umvegis alnetið, tá tiltakið var á skránni, og tú kanst ætla, at frøin var stór, tá mítt navn varð nevnt sum vinnari.

Og hvussu varð hetta so hátíðarhildið á Lanzarote?

- Vit høvdu sjálvandi eitt ordans kvøld. Góður matur var á skránni, og so fóru vit sjálvandi eisini ein túr í býin at feira tað.


Blues og folk vann

2012 hevur verið eitt ár, har Hans Andrias hevur verið hampuliga virkin á tónleikapallinum. Hann hevur verið partur av nógvum framførslum, og eisini var hann við sum einstaklingur á SummarFestivalinum.

Mongu framførslurnar hava gjørt hópin av fólkum varug við framúr tónleikagávurnar. Ikki minst følnu røddina, sum klárar at tulka tað mesta á framúr vakran hátt.

Spurdur, hví tað júst gjørdist hann, ið vann heiðurin sum besta nýggja føroyska tónleikanavn í 2012, sigur Hans Andrias, at hann ikki er heilt vísur í, hví so varð.

- Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað eru nógvir framúr góðir einstaklingar í føroyskum tónleiki. So bara tað at vera tilnevndur, tók eg sum ein stóran heiður. Í mun til hini tilnevndu, so er mín stílur tó heldur øðrvísi. Eg havi kanska meira folk og blues yvir mær, og tað er eftir øllum at døma nakað, sum fólk og dómarar hava dámt. Tað er í øllum førum mítt besta boð.

- Men eg kann so bara staðfesta, at fyri meg er hetta ein sera stórur heiður. Eg veit væl, at tað er ymiskt, hvat fólk halda um eitt slíkt tiltak. Men fyri meg hevur hetta altíð staðið sum nakað heilt serstakt í føroyskum tónleiki. Síðani Planet Awards byrjaði, havi eg altíð fylgt spentur við, tí hetta er nakað av tí størsta, sum er innan føroyskan tónleikan. So at standa við míni egnu planet er sjálvandi nakað heilt serligt, sigur Hans Andrias.


Betri navn

Eitt er sjálvandi, hvussu tað kennist, tá tú soleiðis ert móttakari av eini virðisløn. Annað er, hvussu ein slík virðisløn kann brúkast. Ella kann hon brúkast til nakað?

- Sjálvandi kann hon tað. Fyrst og fremst, so kann hon virka við til at gera mítt navn meira kent. Sjálvur havi eg í øllum førum havt tað so, at hevur onkur bólkur ella einstaklingur verið nomineraður, og eg ikki hava kent serliga nógv til viðkomandi, so hevur hetta skapt forvitni. Eg havi roynt at savnað mær vitan og lurtað eftir tónleikinum hjá teimum, og kann hetta eisini vera galdandi fyri mín tónleik, so eri eg longu komin longri, enn eg var, áðrenn eg fekk planetina.

- Setningurin hjá mær verður so sjálvandi at fáa gagn av hesum. Eg havi í øllum førum sett mær sum mál, at eg í 2012 skal spæla so nógv, sum tað á nakran hátt ber til.

Vil tað so siga, at vit eisini kunnu rokna við at uppliva teg á stórum føroyskum tónleikatiltøkum sum Vágsbotn, G! Og SummarFestivalinum í ár?

- Tað fái eg illa svarað fyri. Eg eri í øllum førum ikki bookaður til nakran av stóru festivalinum enn, men tað ger neyvan mínar møguleikar minni, at eg nú havi fingið hendan heiðurin. Og eg sigi í øllum førum ikki nei, um eg verði spurdur, sigur Hans Andrias Jacobsen.