Fótbóltsvitjan
18. november kemur ein av teimum heilt stóru í alheims fótbóltssøguni á Føroya-vitjan. Michel Platini var miðskeiðis í 80'unum tann, sum av álvara lyfti Frakland upp á altjóða tindarnar.
Undir hansara leiðslu vann Frakland EM-kappingina í 1984, og tó at hann tvær ferðir á rað - í '82 og '86 - varð steðgaður av Týsklandi í HM-hálvfinalu, so er eingin ivi um, at franski miðvallarin var ein av teimum allar størstu í alheims fótbóltssøguni. Og at hann sum einasti spælarin hevur fingið gylta bóltin frá France Football tríggjar ferðir á rað - 1983-1985 -, sigur eisini sína søgu um, hvussu hátt virdur hann var fyri avrik síni. Tað eru annars bara Johan Cruyff og Marco van Basten, sum hava fingið hendan heiðurin tríggjar ferðir, men hvørgin teirra varð kosin sum besti spælarin í Europa tríggjar ferðir á rað.
Óli gjørdi skjótt av
Og nú kemur hann so til Føroya. Hetta varð millum annað úrslitið av vitjanini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Fraklandi.
Millum VIP'ararnar til dystin vóru millum annað Óli Holm, FSF-formaður, og Michel Platini, sum í drúgt áramál hevur røkt hópin av álitissessum innan franskan fótbólt. Eitt nú var hann maðurin, sum stóð á odda fyri fyrireikingunum til HM-endaspælið í 1998, og hann hevur longu boðað frá, at hann stillar upp, tá nýggjur UEFA-forseti skal veljast í 2007, tá Lennart Johanson takkar fyri seg.
- Vit heilsaðust eitt sindur áðrenn dystin. Og eg tók sum so bara eina skjóta støðu og beyð honum at koma til Føroya. Hann var alt fyri eitt áhugaður, og vit avtalaðu so at gera hetta meira ítøkiligt, tá landsliðið var í Ísrael. Síðani hava vit fingið smærru smálutirnar upp á pláss, og nú er so dagurin fyri vitjanini ásettur, sigur Óli Holm.
Spurdur, hvussu FSF ætlar sær at gera nýtslu av einum slíkum manni, nú hesin kemur á vitjan, sigur Óli, at talan einamest verður um leyst prát, sum hann tekur til.
- Vit ætla okkum sjálvandi at greiða honum frá føroyskum fótbólti, og hvussu vit síggja framtíðina fyri okkum. Og so gangi eg bara útfrá, at hann eisini fer at greiða frá nøkrum av sínum sjónarmiðum og ætlanum, staðfestir Óli.
Atkvøðan er ikki seld
Hóast tað enn er long tíð, til val verður á skránni, so er einki at ivast í, at Platini longu nú er farin í holt við eitt drúgt sjarmu-átak. Tá atkvøðast skal um, hvør skal stjórna UEFA í framtíðini, er skipanin nevnliga soleiðis, at hvørt land hevur eina atkvøðu. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyska atkvøðan telur eins nógv, sum tann franska, og tí eru smærru londini eisini sera umráðandi í so máta.
Men hóast hetta ikki verður avvíst av Óla Holmm, so staðfestir hann, at tað langt ífrá er soleiðis, at Føroyar longu nu vilja »selja« sína atkvøðu.
- Tað er jú long tíð til valið, og enn vita vit slettis ikki, hvør annar hevur í umbúna at stilla upp. So tað hava vit als ikki gjørt av, er einasta viðmerkingin, sum Óli vil gera til hetta.
Vitjanin hjá Platini verður tann 18. og 19. november, og fáa formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum soleiðis eisini høvi at hitta fótbóltslegenduna, tá árligi FSF-fundurin við feløgini er á skránni tann 19. november.