Plátuverkstaðið á Hálsi víðkar nú um sítt virksemi og hevur gjørt sáttmála við Nordcar og Norðbil. Frammanundan hevur Plátuverkstaðið sáttmála við pf. Wenzel.
Umframt at umvæla øll bilmerki, hevur Plátuverkstaðið nú sáttmála um at umboða níggju bilmerkir í samband við skaðar og garantiarbeiði v.m..
Wenzel umboðar Volvo og Ford, Nordcar umboðar BMW, Mini Cooper, Fiat og Alfa Romeo og Norðbil umboðar Honda, Skoda, Hyundai.
Tað var í 2005, at Glenn Perdomo læt upp Plátuverkstaðið, og hevur verkstaðurin lagt seg eftir at brúka umhvørvisvinarligt lakk og alla trygdarútgerð, sum myndugleikarnir krevja.
Plátuverkstaðið hevur lagt seg eftir at fylgja øllum krøvum, sum bilverksmiðjurnar seta.
Krøvini til garanti og kvalitet eru høg frá bilverksmiðjunum, og tí hava hesar bilfyritøkurnar gjørt sáttmála við Plátuverkstaðið.
Umvælingarnar verða framdar eftir standardum og krøvum, sum hesar verksmiðjur áseta.
Seinastu tíðina eru broytingar gjørdar á verkstaðnum, soleiðis at eisini stórir bilar, lastbilar og bussar kunnu umvælast.
Sum nakað nýtt, kunnu vinnuakfør eisini umvælast uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Á viðheftu mynd, sum Sigmar Mørkøre hevur tikið, eru f.v.: Jógvan Højgaard frá Wenzel, Frits Dam Jacobsen frá Nordbil, Glenn Perdomo frá Plátuverkstaðnum, Gordon Rajani frá Nordcar og Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil.