Pogacar harmast at Vingegaard mátti gevast í Tour de France

Oddamaðurin í Tour de France, Tadej Pogacar úr UAE-liðnum, dylir ikki fyri, at hann er harmur um, at størsti kappingarneytin, Jonas Vingegaard úr Visma, noyddist at gevast eftir fall á 15. teini

– Tað er veruliga syrgiligt. Síðani 2021 hava vit altíð kappast um samlaða sigurin. Í byrjanini høvdu vit kanska ikki tað besta sambandið, tí vit vóru so harðir kappingarneytar, sigur Pogacar í samrøðu við fyriskipararnar av Tour de France.

 

Slovenin sigur tó, at sambandið teirra hevur broytt seg nógv seinnu árini.

 

– Men hesi seinastu árini hava vit verið starvsfelagar, sum hava havt virðing fyri hvørjum øðrum, og eisini eitt slag av vinum, sigur Pogacar.

 

Jonas Vingegaard mátti gevast í kappingini eftir eitt fall á 15. teini. Harvið misti Tour de France størsta avbjóðaran hjá Pogacar í stríðnum um gulu troyggjuna.