Tað verður upprunasangarin í Týr, Pól Arni Holm, sum leggur rødd til Ormin Langa, tá rockbólkurin er partur av Summar Festivalinum.
Leygarkvøldið eigur Týr seinastu framførsluna á Vágsbøi, og teir vilja gjarna gera sítt til, at talan verður um eina heilt serliga framførslu.
Tað eru fleiri ár síðani, at Pól Arni gavst sum sangari í bólkinum, men fríggjakvøldið verður tað hann, sum fer at framføra Ormin Langa.
Hetta merkir tó ikki, at Pól Arni nú aftur er limur í bólkinum. Frontmaður er enn sum áður Heri Joensen, men hann og hinir í Týr hildu, at tað var upp á sítt pláss, at tað er upprunarøddin, sum framførir Ormin Langa, nú Summar Festivalurin fyllir runt.