Pól heldur fram í tvey ár

FC Suðuroy og Pól Thorsteinsson hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at fyrrverandi landsliðsspælarin eisini verður venjari tvey tey næstu árini

Pól Thorsteinsson var venjari, tá ið FC Suðuroy í heyst tryggjaði sær uppflyting í 1. deild.

 

FC Suðuroy verður í 2024 partur av næstbestu deildini, sum FC Suðuroy í 2021 flutti niður úr. Tá endaði FC Suðuroy næstaftast í 1. deild.

 

Síðsta heyst tók Pól Thorsteinsson uppgávuna á seg at vera venjari, nú dagsskráin var at vinna uppflyting.

 

2023 var fyrsta árið, at Pól Thorsteinsson var høvuðsvenjari. Tað eydnaðist at røkka málinum at vinna uppflyting, og nú fyrireika teir á Vágseiði seg til stóru uppgávuna, sum tað verður at halda tørn um plássið í 1. deild.

 

Í teimum fyrireikingunum er tað sera týdningarmikið, at Pól Thorsteinsson heldur fram í venjarastarvinum. Hann fylti í síðstu viku, 17. november, 50 ár, og nú er tað greitt, at hann í hvussu so er verður venjari á Vágseiði fram til kappingarlok í 2025.

 

Pól Thorsteinsson sleit nógvar tær fyrstu fótbóltsgaggurnar á Vágseiði, og í tali á landsdystum rakk hann longri enn nakar annar VB spælari. Hann umboðaði eisini Sumba/VB, B36 og NSÍ, og hann umboðaði føðilandið 37 ferðir í fótbóltslandsdystum.