Polar Seafood Greenland hevði sítt besta ár nakrantíð

- Vit eru stoltir og eyðmjúkir um úrslitið í 2025, og vit viðurkenna, at tað serliga eru prísirnir á heimsmarknaðinum saman við skilagóðum fiskiskapi, sum hava havt stóran týdning fyri samlaða úrslitið

Størsta privata fiskivinnufelag í Grønlandi, Polar Seafood Greenland A/S, tjenar nógvan pening í sínum virksemi.

 

Í seinasta roknskaparári, sum var í 2025, hevði Polar Seafood sítt størsta avlop nakrantíð - 241 milliónir krónur eftir skatt í mun til 99 milliónir krónur í 2024.

 

- Vit eru stoltir og eyðmjúkir um úrslitið í 2025, og vit viðurkenna, at tað serliga eru prísirnir á heimsmarknaðinum saman við skilagóðum fiskiskapi, sum hava havt stóran týdning fyri samlaða úrslitið.

 

Hetta sigur Bent Salling, umsitingarstjóri í felagnum.

 

Hann fegnast eisini um, at teir, sum sigla fyri felagið, eisini hava fingið væl burturúr góðu gongdini við hægri prísum í 2025.

 

- Tað er her, at viðurøkingin byrjar, leggur stjórin aftrat.

 

Meira um góðu gongdina hjá Polar Seafood Greenland A/S í 2025 kann lesast um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag