Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.
100 ára hald saman við Sev
Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum, nemliga el- verkið í Botni í Vági.
Ljósfestin í ár er sostatt tann sætta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.
Ljósfestin í ár byrjar longu í kvøld fríggjakvøldið 14. august og endar sunnukvøldið 16. august.
Heiðran av vágbingum
Byrjað verður í kvøld fríggjakvøld 15. august kl 19.15 í teltinum, har heiðran av vágbingum verður á skránni. Býráðslimir og borgarstjórin avdúka hvørji vera heiðraði í ár. Eisini hava VB og FC Suðuroy sølubás.
Sputnik og Solband standa fyri tónleikinum.
Listaframsýning
Um okur hyggja í skránna, so listaframsýning leygardagin frá kl. 13.00-17.00, bæði í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa og í Miðlatún.
Børnini fáa eisini sítt
Leygardagin verður stóri dagurin hjá børnunum. Stórt barnatiltakið er á stóra pallinum frá kl. 15.00 til 17.00. Tað er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum kemur m.a. Trølla Patur og trølla omman at framføra.
Felags sunnudagsskúli er fyri børnini í teltinum sunnudagin kl 13.00.
Sølutorg
Á sølutorginum, sum í ár er í teltinum og í húsinum hjá Handverkarafelagnum, verða hondvirkaðar vørur frá lokalum, skapandi fólkum.
Nógvur tónleikur á stóra pallinum
Leygarkvøld verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Hvarv, Annika Hoydal, RSP, Starlight, ABBA Tribute, Norðkraft og Danny and Vetoos fara at framføra.
Pallstjórur verður Bjørn H. Bech.
Magnus Dahl setir Ljósfestina 2026
Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági.
Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti.
Fegnast um góða móttøku av Ljósfestini
Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøðist um stóra skaran av fólki, sum eru komin til Ljósfestina hesi seinastu árini. Har móttøkan hevur verið framúr góð.
Hann avdúkar, at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum aftur í ár. Somuleiðis er hann spentur uppá allar dagarnar og fegnast um, at Nýggjársnevndin fer at skjóta fýrverk á midnátt leygarkvøldið.
Hann leggur afturat at øll eru vælkomin til Ljósfest, sum er eitt ókeypis mentarnarvikuskfti í Vági, og sum endar sunnudagin við felagsmøtum og sangi í teltinum.
Takk øll, sum eru um Ljósfestina aftur í ár. Vágs kommuna takkar annars øllum fyri dyggan stuðul til hesa Ljósfestina.










