Mækjuvegur frá rundkoyringini á Borðoyavík og niðan ímóti Oyrarvegi í Klaksvík var fyrr í kvøld stongdur av løgregluni. Orsøkin var, at ein bussur hevði likið olju á vegin.
Fólk frá Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar Sløkkiliði hava í kvøld verið í holt við at taka oljuna upp og vaska vegin, tí hann var blivin sera hálur.
Bussurin, sum hevði likið olju serliga eftir Mækjuvegi, men eisini nakað eftir Oyrarvegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu steðgaði upp á Biskupsstøðgøtu.
Fyrr í kvøld datt ein ungur maður á motorsúkklu á Mækjuvegi, og hildið verður, at oljan á vegnum var orsøkin til ferðsluóhappi. Sjúkrabilur av Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom eftir manninum, sum eftir øllum at døma hevði fingið onkrar snuddir.