Politiið váttar: Fleiri dripin og særd

Tað verður ikki avvíst, at talan er um terror

Klokkan 19:45 helt Politiið í Keypmannahavn tíðindafund, har politioavastin Søren Thomassen hevur kunnað danir um skottilburðin í innkeypssentrinum Field's.

 

Politiovastin váttaði, at fleiri fólk eru dripin og skadd av skot-álopinum í innkeypssentrinum. Hann kundi ikki siga meira um, hvussu nógv talan er um.

 

Politiið hevur handtikið ein mann í málinum. Talan er um ein 22 ára gamlan danskara. Politiovastin kundi enn ikki fortelja nærri um, hvat slag av vápni gerningsmaðurin brúkti, og hann vildi heldur ikki siga, um gerningsmaðurin er kendur av politinum.

 

Politiið leggur dent á, at enn er málið merkt av nógvum óvissum, og tí ber ikki til at siga nakað meira um, hvat motiv gerningsmaðurin hevur havt fyri at lata skot av eftir óskyldigum fólkum í Field's.

 

– Tað týdningarmesta fyri okkum at siga nú er, at vit eru massivt til staðar í Fields og í øllum Keypmannahavn, sigur Søren Thomassen, politioavasti, á tíðindafundi. 

 

Politiið í Keypmannahavn kann ikki avvísa, at hetta er talan um terror-álop. Tó hevur politiið ikki fingið ábendingar um, at hesi skotini eru hend í samstarvi við onnur.

 

Tað er heldur ikki avklárað enn, um har eru fleiri gerningsmenn.

 

##med2##

 

LES EISINI: Skottilburður í Field's: Fólk sleppa sær til rýmingar

 

Sjúkrabilar, brandbilar og politiið eru enn til staðar uttan fyri Field's á Amager í Keypmannahavn (Mynd: DR)