Politikarar geva verkfallinum frið

Politisku myndugleikarnir ætla sær ikki at leggja seg út í verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag. Slaturin hevur annars gingið um, at løgmaður í dag fór at leggja seg út í trætuna


 

Verkfallið er skaðiligt fyri samfelagið, men vit hava ongar ætlanir um at leggja okkum út í tað.

Hetta vóru greiðu boðini frá løgmanni, tá Sosialurin vildi hava hann at vátta ella avsanna lívligu leysatíðindini um, at politiski myndugleikin longu í dag, týsdagin, fór at blanda seg upp í trætuna millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

? Eg veit ikki, hvør tað er, ið hevur so lívligt hugflog, at hann veit hesi tíðindi. Sjálvur havi eg einki hoyrt um hetta, fyrr enn nú, tit ringja, segði løgmaður í telefonini týsmorgunin.

Tað er annars Bjarni Djurholm, ið er landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, og tískil hevur politisku ábyrgdina av trætuni. Men heldur ikki hann ætlar, at verkfallið skal steðgast í tinginum beinan vegin.

Einki uppskot er komið til Løgtingsskrivstovuna ella formansskapin í løgtinginum um at kalla løgtingið saman at steðga verkfallinum.

Tíksil eru tíðindini um politiksa uppíblandan í verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag einki annað enn leysatíðindi ? í hvussu er fyribils.