Politikararnir mugu finna loysn á springaradrápi

– Tað er ikki mín uppgáva, ella mítt mandat, at taka støðu til, um vit skulu drepa springarar í Føroyum.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, tá vit spyrja hann, um hann heldur, at vit skulu gevast við at drepa springarar.

 

Men tað er ikki farið aftur við borðinum, at hann hevur verið frammi og átalað springaradrápið næst síðsta sunnukvøld.

 

– Eg síggi, at fólk eru eisini í øðini um, at eg havi dittað mær at blanda meg uppí. Og eg havi fingið nógv ónærislig og hálvgum hóttandi boð á Facebook. Men eg havi eisini eina ábyrgd yvir fyri teimum túsundtals húsarhaldunum, sum eg umboði, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann vísir á, at útflutningurin hjá Bakkafrost fyllir nógv av samlaða útflutninginum í Føroyum.

 

– Vit hava ein triðing av útflutninginum úr Føroyum og fleiri avleiddar vinnur, so eg kann ikki bara sita og láta sum einki, sigur hann.

 

– Tað virkar sum um at fólk í Føroyum halda, at vit skulu bara lata standa til og einki siga. Tað skal vera tabu, og dittar tú tær at siga nakað, so er heilt galið. Tað kann ikki vera rætt, at vit ikki skulu kunna tosa um tingini, heldur hann.

 

Spurdur, um tað bara er onkur víðgongdur, sum hevur sent honum ónærislig boð á Facebook, sigur Regin Jacobsen:

 

– Tað eru kanska fleiri víðgongd, enn vit geva okkum far um. Serliga hesum facebook-mentaliteturin. Tað tykist, sum um fólk øsa hvønn annan upp. Tað er næstan ikki mark fyri, hvussu lágt fólk kunnu fara, heldur hann.

 

Men tað eru politikararnir, sum hava mandatið, heldur Regin Jacobsen.

 

– Eg føli, at vit eru farin út um eitt mark. Annaðhvørt mugu vit taka okkara revsing, ella finna eina salomoniska loysn. Um politikararnir ikki finna eina loysn, so mugu vit bara síggja, hvørjar avleiðingarnar vera, sigur hann.

 

– Og tað er hesum, vit royna at greiða frá, at tað verða nakrar avleiðingar. Skulu vit halda fast um mentan okkara, so mugu vit offra okkurt, sigur Regin Jacobsen.