Manningin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, átalar nú grønlendska landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Hans Enoksen, tí hon skuldsetir hann fyri at misbrúka sorgarleikin við íslendsku gentuni, Birnu Brjánsdóttir, sum varð varð funnin deyð seinnapartin sunnudagin, eftir at hon hevði verið horvin í eina viku.
Løgreglan í Íslandi hevur handtikið tveir av manningini á trolaranum, og hevur skuldsett teir fyri manndráp.
Í hesum sambandi varð trolarin rannsakaður, og tá fann løgreglan eisini eini 20 kilo av hassji umborð, sum ætlanin var at smugla til Grønlands.
Tað fekk landsstýrismannin at hótta við, at fiskiskip, sum verða brúkt at smugla rúsevni við, eru í vanda fyri at missa fiskirættindi.
Vit halda at hann kundi havt spart okkum fyri hóttanina um at vit skulu missa arbeiðið, tí hann ætar at taka fiskiloyvi frá skipinum. Soleiðis endurgevur kringvarpið í Grønlandi, KNR, manningina fyri at skriva í einum opnum brævi eftir hóttanina frá landsstýrismanninum
Manningin sigur, at hon hevur havt nakrar serstakliga harðar dagar í Íslandi og at hetta er ein hending, sum hevur havt stóra ávirkan á menninar.
Tí halda teir ikki, at hetta var rætta løtan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at koma við eini hóttan, sum hesari.
– Vit halda, at hann kundi latið hassjmálið ligið, og at hann heldur skuldi lýst sína samkenslu við íslendsku familjuna, sum hevur bíðað í óvissu og angist í vónini um at dóttir teirra varð funnin á lívi, sigur manningin.
Manningin á Polar Nanoq leggur afturat, at teir eru fullgreiðir yvir, at hava teir rúsevni ella rúsdrekka umborð, ella brúka teir slíkt, kostar tað teimum kjansin. Teir staðfesta somuleiðis, at tað er uppgávan hjá tollvaldi og løgreglu at kanna brotsverk.
– Men vit vita eisini, at sum borgarar hava vit skyldu til at hjálpa og stuðla teimum í hesi uppgávuni og hesa skylduna taka vit í størsta álvara og tað hava vit eisini gjørt í øllum hesum málinum, leggja tey afturat.
– Og ístaðin fyri at bjóða okkum í eitt samstarv um hetta týdningarmikla mál, brúkar Hans Enoksen hesa sorgarsøguna úr Íslandi til at fremja síni egnu, politisku sjónarmið, átalar manningin hann, sigur KNR.