Pornovirus á Facebook

Seinnapartin hava fleiri gjørt varug við, at pornografiskt tilfar er lagt á teirra vangamynd á Facebook.

 

Vangamyndir á Facebook eru rættuliga almennnar, og ofta hava fólk vinir í øllum aldri. Eisini børn. 

 

Millum tey, sum eru rakt av pornovirusi í dag er onkur av vinunum hjá løgmanni. Kaj Leo Holm Johannesen er rættuliga virkin á Facebook og hevur 5000 vinir inni har. Fleiri myndir við pornografiskum innihaldi eru lagdar á hansara vangamynd.

 

Ráðini til fólk eru í stuttum at kekka vangamyndina, ikki játta umbønir um vinarlag frá fremmandum ella góðtaka aðrar umbønir um nakað, ið tú ikki kennir. Og broyt so annars loyniorðið av og á.