Porsche Boxster so langt eygað rakk

Síðan 1997 hevur finska bilverksmiðjan Valmet Automotive framleitt Porsche Boxster fyri Porsche AG í Týsklandi. Jákup Bech Jensen í Havn hevur sent okkum myndir av bilunum á havnaøkinum í Uusikaupunki í Finnlandi

Tá Jákup Bech Jensen í Havn arbeiddi sum skipsmeklari, kom hann víða um og sá mangt og hvat. Í 2004 var hann í Uusikaupunki í Finnlandi, har tað var so kalt, at hann mátti ganga á ísinum fyri at koma umborð á tey ymisku skipini. Tá sá hann á havnaøkinum har Porsche bilar, so langt eygað rakk.
 
Hann helt hetta vera eitt løgið fyribrygdi men fann skjótt út av, at ein verksmiðja var í býnum, sum framleiddi bilarnar, sum síðani vóru útfluttir.
 
Talan er um verksmiðjuna Valmet Automotive, sum framleiðir Porsche bilar fyri Porsche AG í Týsklandi. Verksmiðjan varð sett á stovn í 1968 av fyritøkunum Finnish Valmet og Swedish Saab-Scania, og fekk tá hon tá navnið Saab-Valmet. Tá framleiddu teir m.a. Saab 900 Convertible.
 
Í 1992 yvirtóku finnar sjálvir verksmiðjuna, sum í 1995 fekk navnið Valmet Automotive. Síðan 1997 hava teir framleitt Porsche Boxster, og í 2003 kundu teir hátíðarhalda, at teir høvdu framleitt bil nr. 100.000. Árliga framleiðslan er um 20.000 bilar.
 
 
.