Fótbóltur
Fýra mál í 12 dystum. Tað er úrtøkan, sum Karoly Potemkin hevur havt í Formula-deildini í ár. Og tað er ov lítið hjá B36, sum hevði størri ætlanir enn sum so við ungverjanum, tá teir í vetur skrivaðu undir sáttmálan.
- Vit hava ikki verið nøgdir við úrtøkuna hjá liðnum seinastu tíðina, og hetta er so ein avleiðing av hesum.
Tað sigur Havgrímur Johannesen, sum er ein av teimum, ið tekur sær av Formula-hópinum hjá B36.
Seinastu vikuna hevur B36 havt ein breta til royndarvenjingar. Sam Malson er navnið á hesum, og 21 ára gamli áleyparin hevur hesa seinastu vikuna sannført tey í B36 somikið nógv, at tey ikki ivast í, at hetta er maðurin, sum kann hvessa álopið hjá B36. Enn eru øll pappírini tó ikki komin upp á pláss hesum viðvíkjandi, og tí er bretski áleyparin ikki við hópinum, sum fer at spæla stevnudyst í Runavík leygardagin.
Havgrímur Johannesen leggur afturat, at talan møguliga verður um at knýta onkran annan spælara afturat hópinum, nú flytingarvindeygað er opið.