Powell fer frá Bush

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, ætlar sær ikki at halda fram í starvinum, sjálvt um George W. Bush skuldu vunnið valið næsta ár

Keldur hjá blaðnum Washington Post avdúka, at Colin Powell, uttanríkisráðharri, ætlar at leggja frá sær, tá hetta stjórnarskeiðið rennur út næsta ár. Tað sama ætlar varauttan-ríkisráðharrin Richard Armitage, siga keldurnar.
Trygdarráðgevi forset-ans, Condoleezza Rice, hevur longu fingið boðini frá teimum báðum.
Sambært keldunum skal Powell hava sagt, at hann er ikki misnøgdur við starvið sum uttanríkisráðharri, men at hann hevur ov lítla tíð saman við konuni, og at hann tí ikki ætlar at halda fram aftan á forsetavalið næsta ár.
Upplýsingarnar í Washington Post hava longu fingið amerikansku fjøl-miðlarnar at gita, hvør fer at taka við eftir Colin Po-well. Eitt uppskot er Condoleezza Rice sjálv, men varaverjumálaráðharrin Paul Wolfowitz verður eisini nevndur sum eitt møguligt evni til starvið. Hann er kendur sum ein av heykunum í Bush-stjórnini.