Power to the people

Hugsið tykkum, at veljarin visti, hvat hann valdi... At hann fekk veruligar ætlanir at taka støðu til... At hann kundi hildið givin lyfti upp móti førdum politikki... Tað er alt púra fremmant í Føroyum. Men tað rópast fólkaræði. Og tað kann gerast veruleiki

Sjúrður Skaale
------

Tað var fyri neyðini, at vit í síðstu viku ikki vendu aftur til sjey valdømi.
Men hóast nógv kjak er um valdømini, er tann spurningurin ikki tann týdningarmesti, tá tað snýr seg um valskipanina. Avbjóðingin er at finna eina skipan, sum í fyrsta lagi tryggjar, at fólk fáa nøkur verulig alternativ at velja ímillum - og sum í øðrum lagi tryggjar, at meirilutin so eisini fær tað, sum hann velur.
Tað góða við uppskotinum um sjey valdømi var, at tað endaði við eini viðtøku um, at ein kommissión skal endurskoða vallógina. Tað er eitt frálíkt høvi til at umrøða, hvussu vit fáa okkara fólkaræði á beint.
Tí sum støðan er, fungerar tað als ikki.

Kaos
Eg havi áður umrøtt tann trupulleikan, at veljarin áðrenn eitt val ikki veit, hvørjir flokkar eru »í parti«. Tað eru ongar alliansur áðrenn valini, og tí valdar reint kaos eftir valini. - Inntil ein samgonga er skipað millum flokkar, sum hava brúkt alt valstríðið til at taka frástøðu frá hvørjum øðrum.
Politikkurin byggir so á neyðsemjur millum fleiri flokkar - í staðin fyri tey lyfti, sum hvør einstakur flokkur júst hevur givið veljarunum.
Vit kunnu siga, at flokkarnir longu valkvøldið bróta tann »sáttmála«, sum teir valdagin gera við veljararnar.
Eg veit, at rættiliga mong ikki høvdu valt meg seinasta val um tey vistu, at tey við hesum settu Miðflokkin í landsstýrið.
Og eg giti, at onkur veljari hjá t. d. Poul Michelsen ikki er so glaður um, at hann hevur gjørt Kaj Leo til løgmann.

Velja eitt - fáa eitt annað
Men tað er ikki bara flokkaskipanin, sum er kaotisk.
Inni í hvørjum einstøkum flokki valdar sama kaos! Avlopsatkvøðurnar hjá einum persóni á lista A, fara jú beint til ein annan persón á lista A. Og flokkarnir eru so veikir í dag, at eingin veit, hvat tann persónurin stendur fyri.
Høvdu fólk t. d. valt Gerhard Lognberg um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til John Johannesen?
Høvdu fólk valt Bergtóru H. Joensen um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til Heina O. Heinesen?
Ella Anniku Olsen um tey vistu, at atkvøðan kundi fara til Jógvan á Lakjuni?
Eg rokni við, at nógv høvdu atkvøtt øðrvísi - ella ikki atkvøtt yvirhøvur - um tey vistu, hvat teirra atkvøða bleiv nýtt til.
Men tað veit mann ikki, tá mann fer á val í Føroyum.
Og tað er hetta, sum er høvuðstrupulleikin í okkara politisku skipan: Fólk atkvøða í blindum. Tey hava ikki ánilsi av, hvat tey fáa fyri atkvøðuna. Og tað er ikki so sjáldan, at tey fáa beint ta øvuta av tí, sum tey hildu seg atkvøða fyri.
Kann mann yvirhøvur tosað um fólkaræði, tá so er?

Álvarsamar avleiðingar
Farnu tíðina er føroyskur politikkur blivin so pínligur, at nógv skammast.
Vit hava sæð bæði ólavsøkupakka og fíggjarlóg hjá Jóannesi Eidesgaard verða bumbað sundur - av hansara egnu samgongu.
Vit hava sæð kommunureformin hjá Anniku Olsen verða bumbaðan sundur - av hennara egnu samgongu.
Vit hava sæð skúlareformin hjá Helenu Dam á Neystabø verða steðgaðan - av hennara egnu samgongu.
Bara fyri at taka nøkur av ekstremu dømunum...
Tað er eingin leiðsla. Tað er eingin myndugleiki nakrastaðni. Bara kaos.
Sjálvandi hava teir persónar, sum sita í landsstýri og á tingi, ábyrgdina av óskilinum.
Men sjálv skipanin elur eisini fram kaos heldur enn ordan. Skipanin er sum stoypt til egotripparan!
Og tað fáa vit høvi at gera nakað við í teirri kommissión, sum setast skal!

Læstir listar
Eitt, sum vit eiga at umhugsa, er at venda aftur til læstar listar - júst sum Páll Isholm mælti til herfyri.
Tað merkir, at flokkarnir seta valevnini upp í nummarrøð. Fyrimunirnir eru fleiri:
Fólk fara ikki at kunna velja sær tilvildarligar flokkar sum lopfjalir til eina politiska karrieru, sum í veruleikanum er reint persónlig. Tað hava tað sum kunnugt verið nógv dømi um.
At vera illoyalur fer ikki at løna seg - tað fer at verða revsað av flokkinum.
Flokkarnir fáa ábyrgd av at syrgja fyri, at geografiska býtið og kynsbýtið millum tey fremstu valevnini er rímiligt.
Og fyri veljaran fer tað at gera, at hann veit, hvat hann fær fyri atkvøðuna. Standa t.d. bæði Gerhard og John ovarlaga á javnaðastanum, so veit veljarin, at hann velur báðar, um hann velur lista C.
Listarnir verða kortini ikki læstari enn so, at fær ein persónur, sum ikki er ovarlaga á listanum, heilt nógvar persónligar atkvøður, so kann hann »spreingja listan«, og vinna tingsessin kortini. Veljararnir kunnu altso eisini taka floksleiðsluna av ræði.

Gjøgnumskygni
Læstir listar høvdu uttan iva havt við sær, at størri agi - disiplin - kom í flokkarnar. Tað hevði blivið greitt, hvør hevði maktina í flokkunum. Nú nýtist ongum at taka atlit til nakran. Øll hava maktina. Og tískil eingin...
Disiplineraðir flokkar høvdu eisini betur kunnað gjørt avtalur við aðrar (disiplineraðar) flokkar. Og hvør veit um vit ikki kundu komu hartil, at veljarin ikki bara kendi flokkin, sum hann valdi, men eisini visti hvønn flokkurin fór at samstarva við?
Ja, hugsið tykkum tað... Hugsið tykkum, at veljarin ikki bara fekk tað vanliga skvaldrið av tómum lyftum, men veruligar, politiskar ætlanir at taka støðu til... At valið var eitt slag av sáttmála millum teir vinnandi flokkarnar og fólkið... Hugsið tykkum, at fólk kundu hildið givin lyfti beinleiðis upp móti førdum politikki...
Tað er okkum fremmant. Og tað ljóðar heilt utopiskt. Men skal okkara fólkaræðið fungera, má hetta fáast í lag. Onkur hava makt og myndugleika. Onkur má leiða. Ábyrgdin má kunna plaserast. Og veljarin má vita, hvat hann fær fyri sína atkvøðu.
So her má vend koma í. Kommissiónin, sum skal endurskoða vallógina, má hugsa um Lennon gamla. Power to the people...