Prísurin var 274 miljónir krónur

Nú er greitt, hvussu nógv partafelagið 16. februar 2011 gav fyri fýra fiskavirki og seks ísfiskatrolarar. 274 miljónir krónur.

Tað var prísurin fyri tey fýra flakavirkini og teir seks trolararnar við veiðiloyvum og fiskidøgum.

Keyparin er partafelagið 16. februar 2011, sum keypti ognirnar hjá trotabúnum hjá Faroe Seafood og Faroe Fish 2.

Hesi tøl komu fram á fundi í Skiftirættinum í gjár, tá trotabúgvið varð gjørt upp.

Tað er Kringvarpið, sum ber hesi tíðindi á síni heimasíðu.

Tey fýra fiskavirkini - í Vestmanna, Runavík, Vági og á Toftum - fóru fyri 55 mijónir krónur, meðan trolararnir, Bakur, Stelkur, Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur, fóru fyri 219 miljónir krónur. Tá eru veiðuloyvi og fiskidagar tald við.

Aftrat hesum vórðu partabrøv í dótturfeløgunum í Bretlandi og Fraklandi seld fyri ávikavist hálva aðru og hálva triðju miljón krónur.