Praktikantarnir hava hitt vinfólkini

Tvær tær síðstu vikurnar hava 9. flokkarnir úr Fuglafjarðar skúla, og 10. flokkarnir úr Ósaskúlanum í Klaksvík, verið í starvsvenjing. Vit hava verið og tosað við nakrar av teimum

 

 

Katrin Poulsen, Klaksvík, var í starvsvenjing í fysioterapistovuni Stimbur, og henni dámdi ógvuliga væl. Hon hjálpti m.a. við at leggja fólk í hita, pakka tey út, geva teimum ultrastrálur, massera teimum og gera vanligt kontórarbeiði.

»Eg haldi hetta verða stuttligt arbeiði, og kanska kundi hetta verði tað, ið eg vildi lært til seinni í lívinum,« sigur Katrin.

Sóley Hammer, Klaksvík, var á Ferðaráð Føroya.

Har dámdi henni væl. Hon gjørdi ymiskt kontórarbeiði, svaraði brøvum frá fólkum, ið eru áhugað í Føroyum, tók telefonuna og annað kontórarbeiði.

Seinni í lívinum hevði henni dámt at arbeitt við kontórarbeiði.

Jóhan Símun Joensen gongur í Fulafjarðar skúla. Hann hevur verið í Norðurlandahúsinum í starvsvenjing.

Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 15-16. Honum dámar væl. Starvsfólkini eru sera fyrikomandi og vinarlig. Hann passar telefon, ger tíðindaskriv og hjálpur til við at gera pallar. Eisini spælir hann nógv á teldu.

Hann sigur at honum hevði dámt væl at arbeitt fast á Norðurlandahúsinum.

Karl Leiti úr Fuglafirði er í Elding í SMS.

Hann sleppur at royna nógv ymiskt arbeiði. Starvsfólkini eru sera fitt og skemtingarsom, og tí dámar honum væl.

Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 18-1830 . Hann koyrir vørur út, setur vaskimaskinur upp og mangt annað. Honum dámar væl í Elding, men hann kundi ikki hugsað sær at arbeitt fast í einum handli.






























Kristina Joensen gongur íFuglafjarðar skúla.

Hon hevur verið í Skálki í SMS. Arbeiðstíðin er frá kl. 9 til 1730. Hon avgreiður viðskiftafólk og ger tað, sum man vanliga ger í einum klædnahandli.

Henni dámar sera væl, tí har er alla tíðina okkurt at gera og arbeiðsfelagarnir eru sera vinarligir.

Kristina sigur at henni hevði dámt væl at arbeitt í Skálki.




Ragnhard Petersen er úr Fuglafirði.

Hann hevur verið í Radiohandlinum í starvsvenjing. Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 17.

Hann sigur at hann er áhugaður í tílíkum arbeiði og at honum dámar sera væl. Serliga væl dámar honum á verkstaðnum. Hann heldur at arbeiðsfelagarnir eru sera fyrikomandi. Honum hevði dámt væl at havt tílikt arbeiði fast.