Praktikantur hjá Nato handtikin fyri njósning

Ein kanadisk kvinna við kinesiskum uppruna, sum hevur verið praktikantur hjá Nato í Belgia, er handtikin, tí hon er undir illgruna fyri njósning.

Ein praktikantur, sum hevur starvast í hernaðarligu høvuðsstøðini hjá Nato í belgiska býnum Mons, er handtikin undir illgruna fyri njósning vegna eitt triðjaland

Tað upplýsir belgiska ákæruvaldið sambært Reuters.

 

Sambært ákæruvaldinum er kvinnan undir illgruna fyri at hava njósnast vegna eitt triðjaland. Hon er eisini skuldsett fyri at vera partur av einum kriminellum felagsskapi.

 

Í fráboðanini verður ikki upplýst, hvat land talan er um.

 

Kvinnan hevur starvast sum praktikantur í hernaðarligu høvuðsstøðini hjá Nato í belgiska býnum Mons.

 

Belgiska ákæruvaldið hevur enn ikki fleiri upplýsingar um málið ella um, hvørji skjøl ella upplýsingar hon skal hava havt atgongd til.

 

Málið verður nú kannað víðari av belgisku myndugleikunum.

 

Ein praktikantur, sum hevur starvast í hernaðarligu høvuðsstøðini hjá Nato í belgiska býnum Mons, er handtikin undir illgruna fyri njósning vegna eitt triðjaland